Assad-stjórnin í Sýria er fallin

Sambært útlendskum miðlum í nátt er tíðin í Sýria við Assad-stjórn nú søga

Á myndini omanfyri eru tað íbúgvar í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, sum hátíðarhalda, at stjórnin hjá forsetanum, Bashar al-Assad, er fallin, og at forsetin skal vera farin úr høvuðsstaðnum.

Reuters visti í nátt at siga frá stjórnarherinum í Sýria, at stjórnin hjá forsetanum er fallin, samstundis sum uppreistarbólkarnir í landinum hava boðað frá sigri.

 

- Vit vilja boða frá, at Damaskus eru frælsur frá valdsharranum, Bashar al-Assad, siga uppreistarbólkarnir í boðum á Telegram í nátt.

 

Sýriskir miðlar siga eisini, at Assad-stjórnin er fallin. Tískil bendir alt á, at 54 ár við Assad-stjórn í Sýria nú er søga.

 

Myndir úr Damaskus vísa, at fólk eru úti í gøtunum, sum hátíðarhalda, at stjórnin er fallin, og standmyndin av Hafez al-Assad, pápa Bashar al-Assad, sum stýrdi landinum við harðari hond í næstan 30 ár, er oyðiløgd.

 

##med2##

 

Í nátt hevur Reuters sagt, at Bashar al-Assad er farin úr høvuðsstaðnum til eitt ókent stað.

 

Sýriski andstøðuleiðarin, Hadi al-Bahra, sum er í Turkalandi, sigur, at nú Assad-stjórnin er fallin, er hetta endin á einari myrkari tíð í landsins søgu.

 

Mohammad Ghazi al-Jalali, sum er sýriskur forsætisráðharri, sigur, at hann er til reiðar at samstarva við eina nýggja leiðslu í landinum, sum sýriska fólkið velur.

 

AFP-tíðindastovan visti í nátt at siga, at libanesiski Hizbollah-felagsskapurin, sum hevur stuðlað sýriska forsetanum, hevur tikið sínar deildir úr økinum kring høvuðsstaðin, Damaskus.

 

Sagt verður, at Bashar al-Assad í nátt varð flogin úr Damaskus til eina russiska herstøð í Sýria, og væntandi er, at hann endar í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Dagarnir hjá Bashar al-Assad sum sýriskur forseti eru taldir

Russiski forsetin er ein av fáu sameindu hjá sýriska forsetanum, sum nú hevur mist valdið