B36 fær altjóða óroyndan dómara í dystinum móti FK Auda

30 ára gamal finni skal leiða dystin millum B36 og FK Auda á Tórsvølli

Í kvøld klokkan 18 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum B36 og FK Auda á Tórsvølli.

 

FK Auda vann fyrra dystin 2-0.

 

Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið fer at leiða dystin millum B36 og Auda. 

 

30 ára gamli finnin, Oliver Reitala, ið bleiv FIFA-dómari í fjør verður høvuðsdómari á Tórsvølli í kvøld. 

 

Oliver Reitala hevur dømt sjey ungdómslandsdystir og fýra U19-dystir í UEFA-kappingini fyri felagslið. Oliver Reitala hevur bert dømt ein dyst í einari evropeiskari kapping fyri vaksin felagslið. Tað var í fjør, at Oliver Reitala dømdi ein dyst í Conference League undankappingini.

 

 

B36 TÓRSHAVN (FRO) - FK AUDA (LVA)

Dómari: Oliver Reitala FIN

Hjálpardómari 1: Jukka Honkanen FIN

Hjálpardómari 2: Olli Jantunen FIN

Fjórði dómari: Antti Munukka FIN

UEFA dómaraeygleiðari: Jon Eilif Skjervold NOR

UEFA umboð: Loukás Siótropos GRE