Sambært Volodymyr Zelenskyj fer Ukraina ikki at geva landaøki frá sær. Her hittir ukrainski forsetin, Joe Biden, og hann ætlar, at amerikanski forsetin eisini skal kunnast um uppskotið.

Zelenskyj: Soleiðis fæst ein endi á krígnum

Ukrainski forsetin ætlar at leggja eina ætlan um loysn á krígnum í Ukraina fyri amerikansku forsetavalevnini, men Ukraina fer ikki at geva landaøki frá sær, sigur hann.

Sambært Volodymyr Zelenskyj fer Ukraina ikki at geva landaøki frá sær. Her hittir ukrainski forsetin, Joe Biden, og hann ætlar, at amerikanski forsetin eisini skal kunnast um uppskotið.

Í dag segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari røðu, at hann fer at leggja eina ætlan fyri amerikansku forsetavalevnini, Kamalu Harris og Donald Trump, um, hvussu hann heldur, at endi kann fáast á krígnum í Ukraina.

 

Sambært forsetanum, fer hann eisini at leggja ætlanina fyri amerikanska forsetan, Joe Biden. Í røðuni segði hann einki um, hvør ætlanin er, men hann legði dent á, at Ukraina fer ikki at geva landaøki frá sær til russar.

 

Í røðuni segði Volodymyr Zelenskyj eisini, at Ukraina hevur havt góð úrslit við F-16 flogførunum, sum landið hevur fingið úr vesturheiminum. Flogførini hava longu oyðilagd russiskar rakettir, men hesi flogførini eru ikki nóg mikið.

 

- Okkum tørvar fleiri, og USA noyðist at verða við, segði hann.

 

Ukrainski forsetin legði aftrat, at Ukraina roknar við teirri hjálp, sum landið hevur fingið lovað, men segði, at hetta er ikki nóg mikið. Veitingarnar eru smáar í mun til tørvin.

 

- Okkum tørvar meira, og ferðin á veitingum má upp, segði Volodymyr Zelenskyj í røðu síni í dag.

 

 

 

 

 

Sambært Volodymyr Zelenskyj fer Ukraina ikki at geva landaøki frá sær. Her hittir ukrainski forsetin, Joe Biden, og hann ætlar, at amerikanski forsetin eisini skal kunnast um uppskotið.