Nýtt útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar

Ráðið situr fyri tíðarskeiði 2024-2028. 

 

Útbúgvingarráðið er sett sambært kunngerð og skal ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, sum hava týdning fyri útbúgvingarnar.

Útbúgvingarráðið hevur 7 limir og 7 varalimir, sum umboða niðanfyri standandi stovnar og feløg. 

Landsstýrismaðurin tilnevnir formanskapin.

 


Forkvinna

Nancy Marjun Ragnarsdóttir Rasmussen, Kliniskur útbúgvingarsamskipari í sjúkrahúsverkinum, forkvinna 

 

Varaforkvinna

Kerstin Laksafoss, sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum

 

Almannamálaráðið

Sveinbjørn Olsen, heilsurøktari í Sambýlinum Fjálgalon, limur

Selma Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í Sambýlinum Eiðisgarður, varalimur 

 

Heilsumálaráðið 

Tórur Sørensen, heilsurøktari á ergo- og fysiourgiskari deild á Suðuroyar Sjúkrahúsi, limur

Margit Justinnussen, dygdarmennari á Psykiatriska deplinum á LS, varalimur 

 

Kommunufelagið

Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri hjá Norðoya bú- og heimatænastu, limur

Varalimur – kemur í næstum

 

Heilsurøktarafelagið

Bingerð H. Fosságil, heilsurøktari og forkvinna í Heilsurøktarfelagnum, limur 

Randarsól Kristiansdóttir, Roðin -  Deildarleiðari, Miðstova, varalimur 

 

Heilsuhjálpararfelag Føroya

Mary Antonsdóttir, heilsuhjálpari og fork. í Heilsuhjálparafelagi Føroya, limur 

Poula Jørgensen, heilsuhjálpari og nevndarlimur, varalimur 

 

Lærararnir á Heilsuskúla Føroya

Jastrid á Dul Sørensen, lærari og sjúkrarøktarfrøðingur, limur 

Mona við Reiðlið, Lærari og sjúkrarøktarfrøðingur, varalimur

 

Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðnum.