Brimil tók bretskan trolara vestanfyri

Tá Fiskiveiðieftirlitið hevði fingið trygd frá reiðarínum fyri sektaruppskotinum, var skipið leyst, og seint seinnapartin loysti Venture IV aftur.

 

Seint í gjárkvøldið tók Fiskiveiðieftirlitið ein bretskan trolara - Venture IV - sum fiskaði í stongdum øki í ein útnyrðing úr Mykinesi. 

 

Tað var Brimil, ið tók skipið, sum fiskaði í sonevnda H-kassanum, sum hevur verið stongdur fyri trolveiði í fleiri ár.

 

Trolarin varð tikin við á Havnina, og her fekk skiparin eitt sektaruppskot frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum reiðaríið góðtók. 

 

Tá Fiskiveiðieftirlitið hevði fingið trygd frá reiðarínum fyri sektaruppskotinum, var skipið leyst, og seint seinnapartin loysti Venture IV aftur.

 

Á Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at í sjófeingislógini er heimild at geva fyrisitingarligar bøtur fyri ólógliga fiskiveiði.

 

- Men, góðtekur skiparin ikki bótina, verður málið latið løgregluni, og tað ynskti skiparin á bretska trolaranum ikki.

 

Sagt verður, at bæði reiðaríið og skiparin eiga at vita, at H-kassin er stongdur fyri trolveiði, tí hetta er ein partur av kunningini í samband við sínámillum fiskiveiðiavtaluna, sum Føroyar hava við Stórabretland.

 

##med2##

 

Á Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at bretski trolarin er ikki ókendur í føroyskum sjógvi, og tískil eigur skiparin at vita, hvørjar leiðirnar eru, sum eru stongdar fyri trolveiði.

 

- Venture IV var ikki langt innan fyri, men hann var innanfyri. Nú er málið so avgreitt við, at skiparin góðtók sektaruppskotið, siga tey á Fiskiveiðieftirlitinum í kvøld.