Naddoddur nærkast norsku strondini

Tey løgdu frá landi úr Føroyum leygardagin, og fyrsta fráboðanin á share.garmin.com sigur klokkan 14:52 tann 24. august

 Í dag er 27. august, og klokkan 13:12 eru tey stutt úr norsku eysturstrondini norðan fyri Bergen – kanska minni enn 100 kilometrar úr landi. 

Ferðin eystur um hav til Norra hevur fingið heitið the Viking Voyage – Víkingaferðin – og gongur sum ætlað, er hetta er ein søguliga vísindalig stórhending.

Til samans seks fólk eru við í ferðini til Norra, teirra millum okkara royndi rógvarin Livar Nysted úr Hvannasundi, ið sum kunnugt hevur róð um heimshøv meira enn einaferð. Hini fimm eru skiparin Andy Fitze og Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr USA, umframt trý onnur, sum eru manningin.

##med2##

 

##med3##