Tað er føroyskur fagnaður á norska tjóðarleikvøllinum Ullevaal í kvøld.
Frederikstad hevur vunnið norsku steypakappingina í fótbólti. Tað var ímóti Molde FK og eftir brotssparkskapping.
Hetta er 12. ferðin, at Fredrikstad er norskur steypavinnari, og sigurin er staðfesting av góðum ári. Eftir uppflytingina í fjør, tá ið Mikkjal Thomassen var venjari, endaði Frederikstad á sætta plássi í landskappingini, og í kvøld tryggjaði Fredrikstad sær við sigri í steypafinaluni rætt at spæla í Europa á sumri í 2025.
Jóannes Bjartalíð var á vøllinum alla tíðina, og Brandur Hendriksson Olsen varð skiftur inn í longdu leiktíðini.
Báðir teir føroysku spælararnir áttu avgerandi leiklut. Tað hevur verið kappast í steypakapping í Norra síðani 1902. Í kvøld var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað ikki eydnaðist at skora mál í opnum spæli.
Í brotssparkskappingini skoraðu bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Henriksson Olsen.
Brandur Hendriksson Olsen skrivaði í kvøld søgu á tann hátt, at hann er fyrsti føroyski spælarin, sum hevur vunnið tvær steypafinalur uttanlands. Hann hevur áður vunnið donsku steypakappingina við FCK. Í 2015 skoraði hann sigursmálið við fínum frísparki. Hetta var síðsti dysturin yvirhøvur hjá Brandi Hendriksson Olsen fyri Fredrikstad.
Jóannes Bjartalíð var á KÍ liðnum, sum í 2016 vann steypafinaluna.
##med2##