Tað var eitt gott kvøld hjá báðum føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.
Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á heimavølli í Partille 39-34 á gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO. Í steðginum var heimaliðið á odda 21-16.
Óli skoraði seks mál og Ísak skoraði trý mál. Óli legði eisini upp til trý mál.
Sävehof er nummar trý í deildini við 19 stigum fyri 15 dystir. Ystad er fremst í deildini við 23 stigum.
Komandi hóskvøld skulu Óli, Ísak og liðfelagarnir spæla dyst á útivølli móti Kristianstad.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu á heimavølli í Jönköping 31-28 á Skånela. Í fyrra hálvleiki haltaði hjá Hallby, og var Skånela á odda 16-13 í steðginum. Men tað hilnaðist munandi betri í seinna hálvleiki.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál.
Hallby er nummar sjey í deildini við 15 stigum fyri 15 dystir.
Komandi hóskvøld klokkan 18 spælir Hallby dyst á útivølli móti Karlskrona.