Bara Jenis er ímóti fíggjarlógini fyri 2025

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani fíggjarlógina fyri næsta ár

Umframt umboðini fyri samgonguna, so atkvøddi eisini Sambandsflokkurin og Stefan Klein Poulsen fyri endaliga fíggjarlógaruppskotinum, eftir at øll broytingaruppskotini frá andstøðuni fullu.

Øll fimm umboðini hjá Fólkaflokkinum í tinginum í dag atkvøddu blankt.

Og bara Jenis av Rana úr Miðflokkinum atkvøddi sum einasta løgtingsfólk ímóti fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Til samberingar atkvøddi alt løgtingið fyri fíggjarlógaruppskotinum fyri einum ári síðan, uttan fimm fólkaflokstingfólk, sum atkvøddu blankt.

 

Í 2022 órógvaði løgtingsvalið fíggjarlógararbeiðið, tí varð ein fyribils fíggjarlóg samtykt.

 

Men í 2021 var fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu samtykt við 19 atkøvðum fyri, 10 blonkum og 4 ímóti. Umframt samgonguna atkvøddi Ruth Vang úr Framsókn fyri. Ímóti atkvøddu Beinta Løwe, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi. 

 

Blankt atkvøddu øll í Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn.