Barsilsgjaldið er afturútsiglt meira enn 50 prosent

Sjálvt um barsilsgjaldið nú er hækkað 5.000 krónur upp í 30.000 krónur, so er virðið útgjaldinum minni enn helmingurin av tí, sum tað var fyri 23 árum síðani

Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini átti at verið 61.000 krónur. Tað átti tað í øllum førum, um tað hækkaði á sama hátt sum lønirnar á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú lønirnar hjá tingfólki, sum hækka við somu prosentum sum aðrar lønir.

 

Tá Barsilsskipanin á fyrsta sinni fór at gjalda pengar út í juni í 2001 var hægsta útgjald úr skipanini 35.000 krónur. Tað vil siga, at fólk, sum høvdu eina løn sum var upp til 35.000 krónur fingu fulla løn, tá tey fóru í barsil.

 

Hetta hildu politikararnir vera ov nógv av tí góða, sjálvt um Løgtingið hevði samtykt hetta. So í 2004 løgdu 18 tingfólk úr samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin fram broytingaruppskot, sum skar 10.000 krónur av hægsta útgjaldinum.

 

Talan var um 17 menn og eina kvinnu, sum løgdu fram hetta broytingaruppskotið: Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg, Andrias Petersen, John Johannessen, Heðin Zachariasen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Olav Enomoto, Henrik Old, Kristian Magnussen og Poul Michelsen.

 

Uppskotið varð lagt fram eftir síðsta framløgudag, tí varð tað lagt fram við undirskriftum hjá 18 tingfólkum – øll úr samgonguni.

 

Løgtingið hevur nú samtykt uppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at hægsta útgjald skal hækka 5.000 krónur. Altso at smábarnaforeldur fáa helmingin aftur av tí, sum Løgtingið tók frá teimum fyri 20 árum síðani.

 

Bera vit nú saman lønina hjá tingfólki í 2001, so var hon í 2001 kr 26.567,47 - tá tosa vit bara um grundløn, ikki fyri nevndarløn og skattafrítt endurgjald, sum tey eisini fáa.

 

Grundlønin hjá tingfólki í dag er kr 46.373,69, sum er 74,6 prosent meira enn í 2001.

 

Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini í 2001 var 35.000 kr. Tað hevur fram til 1. juli í ári við tað sama sum tað varð lækkað til í 2004, 25.000 krónur. Leggja vit sama prosentvøkstur á hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini í 2001, 35.000 krónur, tað vil siga 35.000 + 74,6 prosent, so fáa vit 61.110 krónur.

 

Taka vit so inflatiónsroknaran hjá Hagstovuni, so vísir hann, at 35.000 krónur í 2001 svara til 49.555,35 krónur í 2023. Í øllum førum vísir tað, at bæði við vanligari inflatión og við vanligari lønarhækking, so átti hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini at verið nógv hægri enn tað, sum Løgtingið nú hevur samtykt at hækka tað til.

 

Um vit so halda okkum til tað útgjaldið úr Barsilsskipanini, sum Løgtingið lækkaði til 25.000 í 2004 og leggja somu 74,6 prosent afturat, so koma vit upp á 43.650 krónur, sum eisini er munandi meira, enn tað sum Løgtingið nú hevur samtykt at hækka tað til. Taka vit aftur inflatiónsroknaran á hagstova.fo, so sigur hann, at 25.000 krónur í 2004 sara til 34.807,89 í november í 2023, sum eisini er munandi hægri enn tað, sum Løgtingið nú hevur samtykt.

 

Vit kunnu siga, at allur bati bøtir. Kanska tað verið eitt hugskot at fleiri menn fóru heim í barnsburðarfarloyvi, tí so hevði Løgtingið kanska uppdagað, at útgjaldið úr Barsilsskipanini er afturúrsiglt, so tað stendur eftirá.

 

Leggjast kann afturat, at landsstýrismaðurin, sum legði málið um Barsilsskipanina fram um aldarskiftið var Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Løgmaður var Anfinn Kallsberg, sáli, úr Fólkaflokkinum. Kanska tað hevði borið til við eini breiðari semju, um allir flokkar meintu tað eitt sindur meira við Barsilsskipanini – sum framvegis er niðan fyri støðið, hon var á í 2001 – ella sum framvegis er 24 ár afturútsigld.