Í dag situr ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í rættarsalinum, har hann fyri fyrstu ferð skal verja seg móti ákærum um mutur.
Tað var í 2020, at málið fyrstu ferð kom til rættarviðgerð.
Málið snýr seg um, at Benjamin Netanyahu í trimum førum skal hava bjóðað miðlum góðar sømdir afturfyri at fáa positiva umrøðu.
Forsætisráðharrin avvísir øllum ákærum.
Sum skilst, snýr rættarmálið móti Benjamin Netanyahu seg eisini um bedragarí og áltisbrot.
Hetta er sambært tíðindastovuni NTB fyrstu ferð í søgu Ísraels, at ein sitandi forsætisráðharri situr á ákærubonkinum, ákærdur í einum revsimáli.
Sambært tíðindastovuni hevur ísraelski forsætisráðharrin fleiri ferðir roynt at útsett rættarmálið við eitt nú at vísa til kríggið í Gazageiranum og trygdarstøðu Ísraels.
Á einum tíðindafundi í gjár lovaði Benjamin Netanyahu at greiða frá í rættinum.
- Eg rými ikki undan, vissaði hann miðlarnar um.
Av trygdarávum er rættarmálið móti forsætisráðharranum í einum undirjarðiskum rættarsali í ísraelska høvuðsstaðnum, Tel Aviv.
Tíðindastovan NTB veit eisini at siga, at altjóða dómstólurin í Haag hevur sent út handtøkuboð av Benjamin Netanyahu fyri at hava framt krígsbrotsverk í krígnum í Gazageiranum.