Franski Real Madrid áleyparin, 33 ára gamli Karim Benzema hevur ikki spælt dyst fyri franska fótbóltslandsliðið síðani 2015.
Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur nú valt at geva Karim Benzema ein nýggjan møguleika.
Didier Deschamps greiddi á tíðindafundi ígjár frá, at avgerðin hevur leingi verið á veg um at geva Karim Benzema møguleikan at spæla fyri Frakland aftur.
Í 2016 ákærdi Karim Benzema annars Didier Deschamps fyri at hava givið eftir fyri rasistiskum kreftum í Fraklandi, ið høvdu kravt av Didier Deschamps, at Karim Benzema sum er av algeriskari ætt ikki skuldi úttakast til franska landsliðið aftur.
Men nú hava Deschamps og Benzema funnið hvønn annan aftur.
Karim Benzema spældi millum 2007 og 2015 heilar 81 landsdystir fyri Frakland. Karim Benzema skoraði 27 mál í hesum 81 landsdystunum.
Hesir eru úttiknir til franska EM-hópin:
Má: Hugo Lloris, (Tottenham Hotspur)
Má: Steve Mandanda, (Marseille)
Má: Mike Maignan, (Lille)
Ve: Raphaël Varane, (Real Madrid)
Ve: Jules Kounde, (Sevilla)
Ve: Lucas Digne, (Everton)
Ve: Benjamin Pavard, (Bayern München)
Ve: Lucas Hernandez, (Bayern München)
Ve: Presnel Kimpembe, (Paris Saint-Germain)
Ve: Clement Lenglet, (Barcelona)
Ve: Kurt Zouma, (Chelsea)
Ve: Leo Dubois, (Lyon)
Mi: Paul Pogba, (Manchester United)
Mi: Moussa Sissoko, (Tottenham Hotspur)
Mi: N'Golo Kanté, (Chelsea)
Mi: Adrien Rabiot, (Juventus)
Mi: Corentin Tolisso (Bayern München)
Ál: Olivier Giroud, (Chelsea)
Ál: Antoine Griezmann, (Barcelona)
Ál: Kylian Mbappé, (Paris Saint-Germain)
Ál: Kingsley Coman, (Bayern München)
Ál: Thomas Lemar, (Atletico Madrid)
Ál: Ousmane Dembele, (Barcelona)
Ál: Wissam Ben Yedder, (Monaco)
Ál: Karim Benzema (Real Madrid)
Ál: Marcus Thuram (Borussia Mønchengladbach)