Annað av tveimum ísfiskalínuskipum, sum eru eftir í føroyska línuskipaflotanum, er tll fiskiskap. Skipið er vestanfyri, og har fáa teir mest av hýsu og toski.
- Ísfiskalínuskipið kemur inn at landa í komandi viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Í løtuni eru átta frystilínuskip undir Føroyum, eitt er í Íslandi, og tvey fiska í Grønlandi, harav annað skipið, sum er í Grønlandi, landar í Føroyum mánadagin.
Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin til útróður verður brúkiligur í komandi viku, men veðurvánirnar eru vánaligar.
- Tískil verður ikki roknað við nógvum útróðri, men kanska onkrir av teimum størru útróðrarbátunum gera onkran túr í vikuni, verður lagt aftrat.