Hildið verður, at nógvir fangar eru innilæstir í fongsulsklivum undir jørð í illgitna Sednaya-fongslinum í Sýria.
Tí hevur hjálparfelagsskapurin Hvítu Hjálmarnir sent serkøn bjargingarlið í fongslið at fáa fangarnar út.
Tað skriva Hvítu Hjálmarnir á sosiala miðlinum X.
Bjargingin byrjaði sunnudagin.
Hvítu Hjálmarnir hava sent bjargingarlið, sum millum annað eru serkøn í at bróta ígjøgnum veggir og bróta jarnhurðar upp, skrivar felagsskapurin.
Við bjargingarliðunum eru eisini hundar at hjálpa til við at finna teir innistongdu fangarnar, og heilsustarvsfólk.
Uppreistrarherdeildir eru eisini farnar at sleppa fangum úr Sednaya.
Ein videoupptøka, sum miðilin Al Jazeera hevur givið út, vísir uppreistrarherdeildir, sum brúka sleggjur til at sláa veggir niður í fongsulsrúmunum.
Sambært CNN vísa myndir frá hendingarstaðnum síðani, at fleiri hundrað menn sleppa úr yvirfylta fongslinum.
Myndugleikarnir á staðnum hava á sosialu miðlunum biðið fyrrverandi sýriskar hermenn og starvsfólk í fongslinum Sednaya um at upplýsa kodurnar til elektronisk lás á fongsulsrúmunum, skrivar BBC.
Sednaya fongslið liggur norðan fyri høvuðsstaðin í Sýria, Damaskus.
/Ritzau/