Brandur Sandoy: Havi onga viðmerking!

Brandur Sandoy hevur onga viðmerking til tíðindi um, at hann hevur koyrt Bjarka Henriksen av lista A til kommunuvalið á Sandi

Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur Brandur Sandoy givið Bjarka Henriksen á lista A á Sandi boð um, at hann ikki sleppur at stilla upp á listanum.

 

Bjarki Henriksen hevur sitið í bygdarráðnum tvey tey seinastu skeiðini og okkurt skeiðið fyri ta tíð eisini.

 

Brandur Sandoy hevur eisini sitið í bygdarráðnum og verið borgarstjóri. Men hann stillaði ikki upp á seinasta vali. Tað gjørdi kona hansara, Anja Sandoy, sum hevur sitið í bygdarráðnum hetta valskeiðið.

 

Les eisini: Fyrrverandi borgarstjóri stillar nú uppaftur

 

Brandur Sandoy hevur boðað, at hann stillar uppaftur til kommunuvalið hesaferð.

 

Vit ætlaðu okkum at spyrja hann, hví hann hevur givið Bjarka Henriksen boð um, at hann ikki kann stilla upp á lista A. Vit ætlaðu eisini spyrja Brand Sandoy, hvørja heimild hann hevur at boða fólki frá, at tey ikki sleppa at stilla upp.

 

Men vit fingu einki svar.

 

– Eg havi ikki tíð, vit fletta, spyr onkran annan. Eg havi onga viðmerking, var tað einasta hann segði, áðrenn hann breyt av.

 

Við in.fo í gjár segði Bjarki Henriksen, at Brandur Sandoy segði orsøkina vera, at tey á lista A vóru bangin fyri, at Bjarki Henriksen fór at atkvøða fyri beiggja sínum sum borgarstjóra.

 

Bjarki Henriksen er valdur fyri lista A. Beiggi hansara, Kristian Oskar Henriksen, er valdur fyri lista C, sum hevur meirilutan í bygdarráðnum.