– Sum professionellur haldi, eg at Sissal gjørdi eitt trygt, ordiliga gott og flott avrik í hálvfinaluni. Hon skein og kom veruliga ígjøgnum við bæði gleði, eldhuga og fakligheit á sín heilt egna hátt. Eg føldi meg tryggan, hóast eg hoyrdi onkustaðni, at sjálvt Sissal kann blíva eitt sindur slitin. Hon fór tó skjótt víðari og burtur frá tí. 12 stig herfrá!
Soleiðis sigur danski tónleikurin, eisini kendur úr Melodi Grand Prix, Bryan Rice, í samrøðu við Dimmalætting. Hann eigur millum annað eitt av størstu donsku hittunum 'No Promises', sum var mest spældi sangurin nakrantíð í 2005. Harafturat, var hann fjórða mest spælda danska hittið í øllum 00-árunum.
– Nei, eg haldi ikki, at vit vinna, og tað hevur einki við Sissal, hennara framførslu, ella sangin at gera. Tað snýr seg um, at almenni Eurovision-áskoðarin beint nú ynskir okkurt øðrvísi og meira fólkaligt. Men eg trúgvi uppá eitt flott topp 10, sum eg eisini síggi sum eitt ordiliga flott úrslit, sigur hann.
Lesið samrøðuna við Bryan Rice í Dimmalætting, við at trýsta her