Burn: StÍF skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum

Í Burn Mansdeildini gjørdist í dag talan um tríggjar heimasigrar

Mynd: Handballstatz

Tríggir dystir eru í dag leiktir í Burn Mansdeildini.

 

Í høllini á Skála vann StÍF í einum málríkum dysti ein tepran 35-34 sigur á VÍF. Trúgvi Hávardsson skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum. Í steðginum var StíF á odda 20-19.

 

Sami Trúgvi Hávardsson (myndin) var toppskjútti hjá StÍF við níggju málum. Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin ein greiðan 32-25 sigur á Team Klaksvík. Neistin var frammanfyri 16-8 í steðginum, so klaksvíkingar vunnu seinna hálvleik 17-16, men tað munar ikki tað stóra í samlaða roknstykkinum. 

 

Lýðar í Dímun og Pauli Høj vóru toppskjúttar hjá Neistanum. Teir skutu átta mál hvør. Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík, somuleiðis við átta málum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 40-29 á oddaliðnum, Kyndli. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 18-14.

 

Brian Slyne var toppskjútti hjá H71, og Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli. Teir skutu báðir níggju mál fyri lið síni. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnir frá HSF frá sigrunum hjá StÍF, Neistanum og H71:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil10285283213
VÍF92982554312
StÍF92792502912
Neistin10261253811
H7192762552111
KÍF9220232-127
Team Klaksvík10254345-910

 

 

 

 

 

Mynd: Handballstatz