Í kvøld verður liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin at síggja á sjónvarpsrásini, ið sæst á Televarpinum.
Klokkan 19.45 spæla Füchse Berlin og danska stórliðið, Aalborg fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin.
Veddingarfyritøkurnar hava Füchse Berlin sum ein rættiliga greiðan favoritt, men Aalborg hevur nógvar dygdir, so sjónvarpshyggjararnir fáa uttan iva ein dyst við høgari góðsku, har Hákun vónandi sleppur upp í part at vísa sínar dygdir.
Returdysturin verður leiktur í Aalborg komandi mikudag klokkan 17.45.