Verðinskendi mótamaðurin, Karl Lagerfeld, er deyður í dag, 85 ár. Tað váttar Chanel, sum hann stóð á odda fyri.
Í meira enn 30 ár setti Karl Lagerfeld sín dám á mótaheimin, m.a fyri sítt arbeiði við mótamerkjunum Chanel og Fendi.
Tað var aftan á longri tíðarskeið við sjúku, at 85 ára gamli Chanel-sniðgevin andaðist. Áðrenn tað vildi Chanel bert viðmerkja, at Karl Lagerfeld lýddi av troyttsemi og ikki av nakrari sjúku.
Tað var ikki bert mótaheimurin, ið opnaði seg fyri sniðgevaranum. Hann gjørdi eisini vart við seg millum stjørnunar í Hollywood, sum í dag hava víst samkenslu fyri serkenda manninum.
Fleiri kend hava deilt orð á miðlunum um Karl Largerfeld í dag - eitt nú Donatella Versace, Pharrel, David Beckham og Melania Trump.
Millum tey er eisini danska modellin Helena Christensen, sum á sosialu miðlunum hugleiddi um, hvat fyri sermerktur maður, Karl Lagerfeld var - bæði persónliga og við sínum arbeiði í mótaheiminum. Eins og Helena Christensen sigur, er væntað, at Karl ongantíð veruliga er farin, men livir víðari í sínum verkum.