Í kvøld klokkan 19.45 spælir Víkingur seinna dystin í triðja undanumfarinum í Conference League.
Mótstøðuliðið á Windsor Park leikvøllinum í Belfast í Norðurírlandi verður søguríka liðið, Linfield FC.
Tað eydnaðist Víkingi at vinna 2-1 í fyrra dystinum, ið var leiktur á Tórsvølli.
Men Linfield er eitt sterkt lið á heimavølli, og tað sæst aftur á oddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Linfield hevur eina rættiliga greiða favorittstøðu.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til Linfield FC liggja millum 1,36 og 1,47.
Oddsini upp á javnleik, ið er eitt úrslit sum sendir Víking víðari í kappingini liggja millum 4,00 og 4,40.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 6,50 og 8,00.
HER eru oddsini:
##med2##