SSL boðar frá, at ferðinar hjá Galaxy verða framskundaðar.
Ssl.fo skrivar soleiðis:
Leið 7:
M/F Galaxy Allar fráferðatíðir gerandisdagar eru framskundaðar ein tíma, tvs., at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður kl. 6:00 allar gerandisdagar.
Fráferðartíðirnar fyri vikuskiftini eru óbroyttar.
Fráferðartíðirnar í bíleggingarskipanini verða rættar í bíleggingarskipanini frá hósdegnum 14. august. Ferðaætlanin tekur við tá M/F Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august.