Tað hevur gingist væl hjá liðnum hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík á heimavølli í Conference League við sigrum í deildarspælinum á bæði Borac Banja Luka og Cercle Brügge á Kópavogsvøllinum.
Í dag møtti Víkingur - uttan Gunnar Vatnhamar í hópinum - svenska liðnum, Djurgården sum var komið til Íslands við 400 fjepparum.
Dreymurin um fullan pott á heimavølli brast, tí Djurgården vann dystin 2-1. Djurgården skoraði tvey mál innanfyri tríggjar minuttir í 62. og 65. minutti.
Ari Sigurpálsson megnaði at minka um munin til 1-2, men nærri kom Víkingur ikki, og so var fyrsta tapið á heimavølli veruleiki.
Víkingur er í løtuni nummar 15 av teimum 36 liðunum í Conference League við sjey stigum fyri fimm dystir. Teir detta helst longur aftur nú hini 34 liðini spæla dystir í kvøld.
Víkingur endar bólkaspælið á útivølli í Eysturríki komandi hóskvøld klokkan 20 móti LASK Linz.
Alt avgerandi hjá Víkingi er at enda millum 24 tey fremstu liðini av teimum 36, so Víkingur sleppur at spæla tveir dystir um at vinna seg í áttandapartsfinalurnar.