Tað er grannauppgerð í Streymnesi, har EB/Streymur hevur vitjan av 07 Vestur. EB/Streymur er á niðurflytingarplássi við 13 stigum, og 07 Vestur er á sætta plássi við 27 stigum.
2. apríl vann 07 Vestur 4-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og 20. mai vann 07 Vestur 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Flaggdagin hittust hesi bæði feløgini í kappingini um løgmanssteypið. Dysturin var við Margáir, og heimaliðið vann 5-0.
Dan Brimsvík og hansara menn eru væl mannaðir við Margáir í dag. Allir teir, sum síðstu tíðina hava verið við til at manna liðið, eru tøkir. Eisini Filip Brattbakk, sum var leikbannaður, tá ið 07 Vestur vann 2-0 á heimavølli ímóti B68. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur 07 Vestur vunnið fulla úrtøku. Umframt 2-0 ímóti B68 vann 07 Vestur 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ.
Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vóru ógvuliga vónbrotnir í Klaksvík síðsta sunnudag. Tá høvdu teir í síðsta minutti heilt góðan møguleika at skora 2-1 sigursmál, men so var tað, at KÍ vann brotsspark og vann 2-1.
Emil Weihe Joensen er ein av lyklaspælarunum á miðvøllinum. Hann er ikki við í dag, tí hann er leikbannaður. Jákup N. Vilhelmsen og Ólavur Niclasen eru skaddir. Tóki H. Johannesen, sum í nógvar vikur hevur verið skaddur, er á beinkinum saman við eitt nú Niels Paula Danielsen, Suna Herman Petersen og Jóhann Hansson Joensen.
EB/Streymur – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 17.00.