EM: Danmark tapti fyri Póllandi - fingu einki stig

Talan er um vánaligasta EM-endaspælið hjá Danmark nakrantíð

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur danska kvinnulandsliðið í fótbólti einki stig fingið í einum EM-endaspæli.

 

Danmark tapti í innleiðandi bólki C í kvøld 2-3 fyri Póllandi á Swissporarena leikvøllinum í Luzern. Hinvegin var talan um fyrsta sigurin hjá Póllandi í einum EM-endaspæli, og tær kundu tí stórfegnast.

 

Svøríki vann í bólkafinaluni stórsigur 4-1 á Týsklandi á Letzigrund leikvøllinum í Zürich.

 

Svøríki vann bólkin við níggju stigum. Týskland endaði á seks stigum, og vinnur seg eisini í fjórðingsfinalurnar. Pólland endaði á trimum stigum, og Danmark hevur einki stig. 

 

Pólland-Danmark 3-2 (2-0)

1-0 Natalia Padilla ('13 )

2-0 Ewa Pajor ('20 )

2-1 Janni Thomsen ('59 )

3-1 Martyna Wiankowska ('76 )

3-2 Signe Bruun ('83 )

 

Svøríki-Týskland 4-1 (3-1)

0-1 Jule Brand ('7 )

1-1 Stina Blackstenius ('12 )

2-1 Smilla Holmberg ('25 )

3-1 Fridolina Rolfo, br. ('34 )

4-1 Lina Hurtig ('80 )

 

Í annaðkvøld klokkan 20 vera seinastu dystirnir leiktir í innleiðandi bólki D. Ongland og Wales møtast á Kybunpark leikvøllinum í St. Gallen, og Niðurlond og Frakland spæla á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel.

 

Frakland hevur seks stig. Ongland og Niðurlond hava trý stig hvør, og Wales er aftast við ongum stigi. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix