Liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad vann ein ótrúligan 4-2 sigur á Molde á heimavølli í dag.
Tá Jóannes Bjartalíð kom á vøllin fyri Fredrikstad í 71. minutti var Molde á odda 2-0. Í 81. minutti kom Fredrikstad innaftur í dystin við einum sjálvmáli. Fýra minuttir seinni javnaði danski Oskar Ohlenschlaeger til 2-2, og tríggjar minuttir seinni legði Oskar Ohlenschlaeger Fredrikstad á odda 3-2. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Fredrikstad til 4-2, tá Molde aftur gjørdi sjálvmál. Tað ótrúliga var, at seinna málið hjá Molde var eisini sjálvmál. So heili trý sjálvmál vóru skotin í hesum dystinum.
Fredrikstad er nummar sjey í deildini við 21 stigum fyri 14 dystir. Fredrikstad hevur tvey stig upp til fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt aftaná lokna kapping. Á fjórða plássinum hevur Bodø/Glimt 23 stig.
Komandi mikudag klokkan 17 hevur Fredrikstad heimadyst móti júst Bodø/Glimt.