Danmark og Norra fara at spæla um EM gullið

Fyri fyrstu ferð í heilt langa tíð eydnaðist tað í kvøld danska kvinnulandsliðnum at vinna ímóti Fraklandi

Tað vera Danmark og Norra, sum sunnudagin klokkan 17 fara at spæla finalu í EM kappingini í kvinnuhondbólti.

 

Tað er greitt, eftir at hálvfinalurnar vóru í kvøld.

 

Hjá norsku stórfavorittunum var einki at rafla um.

 

Norra spældi hálvfinalu ímóti Ungarn, og Norra vann 30-22.

 

Norra eigur einasta liðið, sum hevur vunnið allar dystirnar í hesum endaspælinum.

 

Í miðumfarinum vann Norra ímóti Danmark. Ta ferðina var úrslitið 27-24 til Norra.

 

Norðurlendsku grannarnir spældu seg víðari í hálvfinaluna.

 

Norra vann miðbólkin og spældi hálvfinalu ímóti Ungarn, og Danmark endaði næstfremst og spældi hálvfinalu ímóti Fraklandi.

 

Danmark vann í kvøld 24-22 ímóti Fraklandi. Hálvleiksstøðan var 13-11 til Danmark.

 

Heilt stóri spælarin á danska liðnum í kvøld var málverjin Anna Kristensen, sum bjargaði 16 av 37 royndum ímóti málinum og harvið hevði 43,24 í bjargingarprosenti.

 

Úrslitið var heilt serligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, síðani Jesper Jensen tók við sum landsliðsvenjari, at tað eydnaðist at vinna ímóti Fraklandi.

 

Danmark var eisini í finaluni fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina var mótstøðuliðið eisini Norra, sum vann gull.