Ógvusligur skógareldur spjaðir seg í Kalifornia

Eitt talsfólk hjá sløkkiliðnum í økinum sigur við CNN, at eldurin er trífaldaður í vídd eftir bara fáum tímum

Skógareldurin í statinum Kalifornia í USA, sum hevur fingið navnið "Franklin Fire", spjaðir seg skjótt. 

 

Lítil væta er í luftini, og tað er nógvur vindur. Tískil spjaðir eldurin seg eisini skjótt í økinum.

 

Eitt talsfólk hjá sløkkiliðnum sigur við CNN, at eldurin er trífaldaður í vídd eftir bara fáum tímum.

 

Sagt verður úr Kalifornia, at eldurin seinnapartin í dag fevndi um eitt øki á einar átta ferkilometrar.

 

Fleiri enn 6000 fólk eru flutt burtur úr økinum, har skógareldurin herjar.

 

Hetta er kring strandabýin, Malibu í Los Angeles, og soleiðis í útsynningspartinum av Kalifornia.