Djúpvatnstrolarar fiska tosk, blálogu og svartkalva

Væntandi landa nøkur partrolarapør, nakrir djúpvatnstrolarar og fleiri smærri trolbátar í næstu viku

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa og nakað av hvítum fiski sum hjáveiði. Fiskiskapurin er smálgur, men skipini fáa onkur brúkilig hál av og á. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Sagt verður eisini, at nøkur partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska tosk á Íslandsrygginum, og ein er vestanfyri, har teir fáa mest av blálongu.

 

- Væntandi koma allir djúpvatnstrolararnir inn at landa í næstu viku. Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari fiskar svartkalva, og ein fiskar tosk.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum á Skeivabanka, og tveir eru norðanfyri. Á Skeivabanka hava teir brúkiligan fiskiskap, men norðanfyri er smáligur fiskiskapur.

 

Sagt verður, at allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Garnaskipini hava smáligan fiskiskap. Tey koma øll inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.