Soleiðis sá tað út seinast hondbóltskvinnurnar hjá Danmark vunnu gull. Tað var á OL í 2004 eftir 38-36 finalusigur á Suðurkorea eftir brotssparkskapping. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Donsku kvinnurnar spæla um áttanda gullsigurin

Hondbóltskvinnurnar hjá Danmark hava staðið ovast á sigurspallinum við sjey meistaraheitum gjøgnum árini, men tað er langt síðani

Soleiðis sá tað út seinast hondbóltskvinnurnar hjá Danmark vunnu gull. Tað var á OL í 2004 eftir 38-36 finalusigur á Suðurkorea eftir brotssparkskapping. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix


Gjøgnum 1990-árini og fyrst í hesi øldini náddu donsku hondbóltskvinnurnar stórar sigrar. Nú hevur liðið aftur møguleikan í EM-endaspælinum í dag móti Noregi.

Talan kann vera um áttanda gullheiðursmerki hjá danska kvinnulandsliðnum.

 

  • 2004: OL-gull eftir sigur á Suðurkorea 38-36 eftir brotssparkskapping.
  • 2002: EM-gull eftir 25-22 sigur á Noregi.
  • 2000: OL-gull eftir 31-27 sigur á Ungarn.
  • 1997: HM-gull eftir 33-20 sigur á Noreg.
  • 1996: OL-gull eftir 37-33 sigur á Suðurkorea eftir yvirtíð.
  • 1996: EM-gull eftir 25-23 sigur á Noreg.
  • 1994: EM-gull eftir 27-23 sigur á Týsklandi.

 

Mótstøðuliðið Noreg er ikki hvør sum helst hjá Danmark at møta, tí at Noreg er sambært veddingarfyritøkum favorittur at vinna. Noreg hevur í mun til Danmark vunnið 16 gull til HM, EM, OL og hevur vunnið mest av øllum londum í kvinnuhondbólti.

 

Kelda: EHF, IHF og IOC.

 

/Ritzau/

 

Soleiðis sá tað út seinast hondbóltskvinnurnar hjá Danmark vunnu gull. Tað var á OL í 2004 eftir 38-36 finalusigur á Suðurkorea eftir brotssparkskapping. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix