Dreingirnir úr Hósvík eru bestir í barnaróðrinum

FM barnaróður dreingir: Falkur vann FM finaluna ímóti Sævarmoy úr Klaksvík

Tað lagaði seg soleiðis, at í barnaróðrinum hjá dreingjum var talan um FM finalu á ólavsøku.

 

Treytirnar vóru soleiðis, at tann, sum í ólavsøkuróðrinum var fremri av Falki úr Hósvík og Sævarmoy úr Klaksvík, eisini varð føroyameistari.

 

Frá startskotinum av vóru tað júst hesir báðir bátarnir – Falkur og Sævarmoy – sum kappaðust um fremsta plássið. Falkur stakk stavnin framum, og á 500 metra teininum økti Falkur so við og við um munin aftur til Sævarmoy. Fyrst var talan um hálvan skut og so skut og hálva bátslongd.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið, var Falkur tað mesta av einari bátslongd undan klaksvíksdreingjum, og harvið varð Falkur úr Hósvík bæði ólavsøkuvinnari og FM vinnari.

 

Bæði í dag og í FM kappingini endaði Bláni úr Eysturkommunu á bronsuplássinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo