Um summarið og kanska serliga um heystarnar er rættiliga vanligt, at kommunur heita á fólk um at kóka drekkivatnið, tí bakteriur eru í vatninum.
Tað er serliga um heystarnar, tá bøurin hevur ligið turrur, og tað fer at regna aftur, at vatnið verður dálkað, serliga tá talan er um yvirflatuvatn.
Í summum førum kann hetta vera ein afturvendandi trupulleiki, har drekkivatnið er reint í tíðarskeiðum, men síðan kemur nýggj fráboðan um, at nú er aftur galið.
Tað er langt ímillum slíkar vatntrupulleikar í Sands kommunu, og tað eru helst ár síðan, at ein slík fráboðan fór út til borgararnar á Sandi.
Og her stendur framvegis væl til við drekkivatninum.
- So kom enn ein vatnroynd á Sandi aftur. Drekkivatnið er hágóðskuvatn, siga tey á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu.
Lagt verður aftrat, at talan hesaferð var um ta stóru og umfatandi vatnroyndina, sum verður send til Danmarkar til greiningar.
Tað er annars Thetis, sum stendur fyri at taka royndir av drekkivatninum á Sandi og úrslitið av royndini hesaferð, sum er greinað í Danmark, vísir, at vatnið lýkur øll krøv.