Drukkin bilførari rýmdi frá óhappi

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein bil, sum rýmdi frá einum óhappi

Tað var umleið klokkan 22 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um ein bilførara, sum hevði bakkað á ein annan bil og sum var rýmdur av staðnum.

Løgreglan fór at leitað eftir bilinum út frá teimum upplýsingum, sum hon fekk frá eygnavitnum. Og tað eydnaðist at finna bilin nakað burturfrá har, sum óhappi hendi.

Bilurin var punkteraður og hevði nakrar skaðar.

Og tað eydnaðist eisini løgregluni at finna førararan, sjálvt um hann var farin úr bilinum.

Persónurin var ávirkaður av rúsdrekka og varð handtikin og tikin við á politistøðina. Har varð hann skuldsettur eftir sonevndu 6 tíma regluni, sum sigur, at ert tú rýmdur frá óhappi, og tú verður tikin innan fyri seks tímar og er ávirkaður, so verður tú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. 

Blóðroynd varð tikin av persóninum, sum bæði er skuldsettur fyri at rýma frá ferðsluóhappi og fyri rúsdrekkakoyring.

Persónurin varð leyslatin aftur um midnáttarleitið.