Seks kilometrar frá næststørsta býnum í Orknoyggjum, Stromness er kendasta og søguríkasta staðið í Orknoyggjum. Talan er um Brogdar-ringin - The Rings of Brogdar - sum síggja soleiðis út.
##med2##
Fornfrøðingar og søgufrøðingar meta, at hetta søguríka staðið var grundað 2.250 ár áðrenn Kristi føðing. Eins og Hetlandsrossið (Shetlandspony) hevur sett Hetland á heimskortið, so hevur Brogdar-ringurin sett Orknoyggjar á heimskortið. Tað er dreymurin hjá øllum fornfrøðingum og fornaldaráhugaðum kring heimin at vitja Brogdar-ringin. Økið kring Brogdar-ringin er - sum myndin eisini vísir - framúr vakurt.
Heiðursmerkini sum føroysk ítróttarfólk o.o. ítróttarfólk fara at vinna á oyggjaleikunum í Orknoyggjum eru ein ímynd av Brogdar-ringinum. Spennandi verður at síggja hvat fer at ímynda heiðursmerkini á oyggjaleikunum í Føroyum í 2027. Okkara mongu hugflogsríku og kreativu listarfólk kunnu byrja at hugsa um hetta.
##med3##