Eginognin hjá Varðanum rundað tvær milliardir

Nettosølan hjá samtakinum minkaði við 150 milliónum niður í 1,14 milliardir

Hóast at samlaða sølan lækkaði, so hækkaði ársúrslitið eftir skatt úr 108 mió til 119 mió, og leiðslan metir úrslitið vera nøktandi. Sostatt er eginognin hækkað úr 1,911 mia upp í 2,024 mia, og skuldin hjá felagnum er nú 753 mió.

 

Størsti parturin av inntøkuni hjá samtakinum stavar frá fiskiskapinum -  uppisjóvarskipini fiskaðu eitt vet met minni í fjør í mun til árið fyri, og hetta gav eina lækking í nøgd á gott 45.000 tons og eina lækking í sølu á 135 mió. Nøgdin av makreli minkaði eisini úr 43.000 niður 17.000 tons við einum tvífaldaðum miðalprísi. Nøgdin og miðalprísurin á svartkjafti var nakað tað sama sum árið fyri, og eingin lodna var í 2024.

 

Prísurin á fiskalýsi og protein hevur ongantíð í søguni verið so høgur sum í 2023, men hóast hetta so tvífaldaðist prísurin í 2024, og alt varð selt til matna.