- Vit hava fingið eina framúr byrjan í cruisevinnuni, og vónandi fer góða gongdin at halda fram. Ferðafólkini fáa góða móttøku í Vági, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini

Nú er liðugt fyri í ár

Fleiri enn 1700 ferðafólk og manningar hava vitjað í Vági í ár, men nú koma ikki fleiri skip í hesum umfari

- Vit hava fingið eina framúr byrjan í cruisevinnuni, og vónandi fer góða gongdin at halda fram. Ferðafólkini fáa góða móttøku í Vági, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini

Árstíðin við ferðafólkaskipum í Vági í ár er av, og í summar hava seks ferðafólkaskip vitjað í Vági.

 

- Seinastu trý árini hevur kommunan arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip at koma higar. Arbeiðið at byggja upp eina vinnu við ferðafólkaskipum tekur tíð – serliga orsaka av, at skipini ofta hava lagt sínar ferðir fleiri ár fram í tíð.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í ár, har tey í vikuni hava havt vitjan av seinasta ferðafólkaskipinum á hesum sinni.

 

- Ein staður skal eisini hava ymiskt áhugavert at bjóða ferðafólkunum, sum eru umborð á skipunum.

 

Í Vági siga tey, at starvsfólk hjá kommununi hava lagt nógva orku í at fáa skip at koma til Vágs, og somuleiðis er nógv orka løgd í fyrireikingararbeiði uppundir komurnar, soleiðis at íbúgvar, vinnulív og ferðafólk hava fingið nakrar góðar dagar í Vági.

 

- Tað er umráðandi fyri okkum, at ferðafólkini fáa eina góða og veruliga uppliving, tá tey vitja Vág. Somuleiðis er tað umráðandi, at tey, sum búgva í Vági og tey, sum reka handilslív, fáa væl burturúr vitjanunum.

 

Tað sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu. 

 

Í 2023 kom eitt ferðafólkaskip á Vág, og soleiðis var eisini í 2024.

 

- Í ár høvdu sjey skip boðað frá, at tey komu á Vág, men eitt gav avboð fyrst í juni, orsaka av ringum veðri. Fyrsta skipið kom í mai, og í juni komu trý skip – øll í somu viku, og í julimánað komu tvey skip.

 

Lagt verður aftrat, at seinasta skipið í hesum umfari - Seabourn Venture - fór avstað í gjár, 9. juli.

 

Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini hjá Vágs kommunu, vísir á, at Vágs havn hevur fingið eina framúr byrjan í cruisevinnuni, og vónandi fer góða gongdin at halda fram.

 

- Skipini og ferðafólkini fáa góða móttøku her í Vági, og okkara lítla cruise-toymi í Miðlatúni stendur seg væl, og er við at lyfta tænastuna í Vági, sigur hon.

 

Tey seks ferðafólkaskipini, sum hava vitað í Vági í summar, hava havt 897 ferðafólk, og manningin hevur talt 850.

 

- So, samanlagt hava 1.747 fólk verið umborð á hesum skipum, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

 

 

 

 

 

 

- Vit hava fingið eina framúr byrjan í cruisevinnuni, og vónandi fer góða gongdin at halda fram. Ferðafólkini fáa góða móttøku í Vági, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini