VIDEO: Teitur og Gunnar hava reikað fyri málmansskúla

(Video) Síggj og hoyr samrøðu hjá FSF-varpinum við Teit Matras Gestsson

Mynd: fsf.fo

FSF skrivar:

 

Í tríggjar dagar hava Teitur Matras Gestsson og Gunnar Nielsen skipað fyri fótbóltsskúla, ið serliga hevur verið fyri málverjar

 


Seinastu tríggjar dagarnar hava 30 hugagóðir málverjar, í aldurinum 9 til 17 ár, tikið lut á fótbóltsskúlanum, sum fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Teitur Matras Gestsson og Gunnar Nielsen hava staðið fyri.

 

– Tað hevur gingið væl, og eg haldi, at hetta higartil hevur verið ein suksé, sigur Teitur Matras Gestsson millum annað í samrøðu við FSF Varpið.

 

Á fótbóltsskúlanum fyri málverjar hevur dentur verið lagdur á “at lofta”, “útspæl”, “innlegg”, “positionering”, “tað, at kasta seg” og “refleksir”. 

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna Heðin Arge frá FSF-varpinum hevði við Teit Matras Gestsson:

 

##med2##

 

Mynd: fsf.fo