Í annaðkvøld vera tjúgundu oyggjaleikirnir í søguni settir í Kirkwall, ið á norrønum máli eitur Kirkjuvágur. Næststørsti býurin í Orknoyggjum hevur eisini eitt gamalt norrønt navn, nevnliga Stromness, ið er tað sama sum okkara Streymnes.
Føroyar vóru í ríki saman við Orknoyggjum fram til 1468, tá Christian annar kongur Danmarkar og Noregs spældi okkum av við Orknoyggjar, og árið eftir spældi hann okkum av við Hetland. Kristian kongur pantsetti tær, og tær gjørdust fyrst ogn hjá skotska konginum, og seinni ogn hjá Stórabretlandi. Í Hetlandi og Orknoyggjum tosaðu tey í gomlum døgum eitt tungumál, ið var nevnt Norn, ið lá nærri føroyskum enn íslendskt, men Norn doyði ólukkutíð út í miðjan nítjandu øld. Í farnu øld var nógv fótbóltssamstarv millum Føroyar, Hetland og Orknoyggjar. Men tað doyði út tá Føroyar fingu limaskap í FIFA og UEFA.
So tað er á einum søguríkum staði oyggjaleikirnir vera settir í annaðkvøld. Vónandi unnist øllum í føroyska ferðalagnum at vitja Sankta Magnus katedralin í Kirkwall.
Tað vera 75 ítróttarfólk, ið fara at royna at vinna Føroyum heiður og æru á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Tey síggjast á hesum yvirlitinum hjá ÍSF:
##med2##
Vit á in.fo fara eftir førimuni at fylgja gongdini hjá føroysku ítróttarfólkunum komandi dagarnar.
Súkkling
Menn:
- Hilmar Hansen
- Magni Jóhansson Hansen
- Niklas Hallgren Niclassen
- Helgi Winther Olsen
- Pauli Poulsen
- Bergtór Tórsteinsson
Golf
Kvinnur:
- Finngerð Sólbjørg Clark
- Anna Simona Ziskason
Menn:
- Óskar August Eiriksson
- Hans Pauli Karbech Henriksen
- Emil Jakobsen
- Líggjas Jógvansson
Fimleikur
Kvinnur:
- Marin Danielsen
- Maite Lív Neves Ellendersen
- Mia Højgaard
- Anna Sofia Højsted
- Ronja Johannesen
- Oddvør Alberta Kimsdóttir
Menn:
- Torleivur Christiansen
- Bjarti Skylv Hansen
- Bjarki Í Jákupstovu
- Bjarki Johannesen
- Ari Poulsen
- Rókur Sumberg Vestergaard
Svimjing
Kvinnur:
- Elisabeth Erlendsdóttir
- Lea Osberg Højsted
- Bjarta Nolsøe Í Lágabø
- Jonna Joensen
- Jóhanna Ólavsdóttir
- Alisa Vestergård
Menn:
- Heini Mohr Askham
- Ísak Dag Brisenfeldt
- Bartal Erlingsson Eidesgaard
- Jón Dalá Hofgaard
- Líggjas Joensen
- Silas Dam Lindberg
Triathlon
Menn:
- Magni Jóhansson Hansen
- Bergtór Tórsteinsson
Bogaskjóting
Kvinnur:
- Anja Eydnudóttir
- Pernille Krogh
- Barbara Krossteig
- Tóra Dinna Reynskor
- Helena Skoraastein við Misá
Menn:
- Bogi Andreasen
- Hans Petur Højgaard
- Bárður Magnusson
- Jógvan Niclasen
- Nikkel Petersen
- Jóannes Poulsen
Frælsur ítróttur
Kvinnur:
- Maria Biskopstø
- Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar
- Sunniva Bogadóttir
- Margit Weihe Fríðmundsdóttir
- Rutt Hjelm Gregersen
- Oddvør Josephsen
- Rebekka Fuglø Poulsen
- Elisabet Holm Simonsen
Menn:
- Andreas Bjarnastein Antoft
- Julian Gregersen
- Neli Heldarskarð
- Jónas Gunnleivsson Isaksen
- Rógvi Kárason
- Dánjal Dahl Ljósheim
- Tórur Mortensen
- Tummas Petur Sjóvará
Badminton
Kvinnur:
- Miriam í Grótinum
- Ranja Joensen
- Bjarnhild í Buð Justinussen
- Mia Thorkildshøj
- Sanna Thorkildshøj
Menn:
- Magnus Dal-Christiansen
- Jónas Djurhuus
- Asbjørn Heide Olsen
- Rúni Øster
- Christian Berg Petersen