Sambært almennu hagtølunum hjá evropeiska hondbóltssambandinum er Rakul Wardum millum málverjarnar, ið hava triðflest brotssparksbjargingar í EM-grundspælinum, nevnliga tríggjar brotskastsbjargingar.
Tíverri hava hagtalsfólkini hjá EHF ikki góðskrivað Rakul fyri fýra brotskastsbjargingar.
Kelda hjá in.fo skrivar: - EHF gjørdi eitt mistak í fyrsta dystinum ímóti Sveis. Har var Rakul ikki noterað fyri sítt fyrsta innhopp í EM-endaspælinum, við einari brotskastsbjarging, sum er blivin krediterað til Anniku. Rakul hevði FÝRA bjargingar, so hon hevur líka nógvar bjargingar, sum tann ovasta og eigur at enda á einum øðrum plássi.
Svenska Johanna Bundsen er noterað fyri fýra brotskastsbjargingar í átta brotskastsroyndum. Rakul eigur at standa á fýra brotskastsbjargingum í níggju brotskastsroyndum. Tískil eigur Rakul at vera nummar tvey, og ikki nummar trý á yvirlitinum fyri brotskastsbjargingar.