EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:
25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboða barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um løgmanssteypið, umframt 5 dystir úti í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til.
“Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum“ sigur Mórits Heini í viðmerking til heimasíðuna hjá EB/Streymi.
Og í EB/Streymi fegnast vit eisini um tilgongdina av Mórits Heina.
“Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv” sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.
Fyri stuttum skrivaði álopsspælarin Búi Egilsson undir sáttmála við EB/Streym, eftir at hann seinastu árini hevur spælt við NSÍ.
Felags fyri Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen er, at teir síðsta kappingarár hgøvdu ilt við at vinna fast pláss á besta liðnum. Mótirs Heini Mortensen var sjey ferðir við frá fyrsta bríksli, og Búi Egilsson var fýra ferðir við frá fyrsta bríksli.