Eftir 14 kappingarár og 155 mál fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi, og eitt tíðarskeið uttanlands, hevur Finnur Justinussen valt at takka fyri seg á hægsta stigi. Tað boðar Víkingur frá í dag.
- Tað er við sorgblídni, at síðsti dystur fyri besta liðið hjá Víkingi er spældur. Við einum meistaraheiti, verður tað neyvan eitt betri tíðspunkt at seta gaggurnar á hillina. Mín fótbóltsleið hevur ført meg eitt sindur runt, tað hevur verið spennandi og mennandi, men tað er í Víkingi at mítt fótbóltsheim hevur verið, sigur Finnur Justinussen og leggur afturat:
- Eg vil fegin senda eina stóra tøkk til øll í Víkingi. Takk fyri allan stuðul og nógv góð minnir, sum eg og familjan hava fingið ígjøgnum árini. Takk til fyrrverandi venjarar og viðspælarar, sum hava ein stóran lut í míni fótbóltsleið.
Finnur Justinussen hevur verið við til at vinna fimm steypagull, og hevði ein lítlan leiklut til FM í 2016, og tí kann sigast at hann endar á toppinum við einum FM heiti aftrat. Í ár átti hann stóran lut í meistaraheitinum.
Ein serlig tøkk fer til alt toymi rundan um besta liðið og ikki minst, mínir fantastisku viðspælarar. Takk fyri óteljandi tímar á og uttanfyri vøllin. Tað hevur verið strævið viðhvørt, men bara at vera saman við tykkum, ger alt lættari og stuttligari. Hetta er nakað, eg fari at sakna í gerandisdegnum Hóast gaggurnar eru settar á hillina, verið eg ein partur Víkingi á ein annan hátt. Takk fyri meg, sigur Finnur Justinussen at enda á Facebook hjá Víkingi.
Eftirmælið hjá Finni Justinussen verður stríðsandin og málnøsin. Gøtumaðurin hevur drigist við skaða í seinnu árini, men í ár fekk hann av álvara uppreins í fyrru hálvu. Nú kann hann gera sum pápin, Símun Petur Justinussen, og geva góð ráð víðari sum fyrrverandi spælari í Sarpugerði.