Ein tikin fyri rúsevnakoyring

Og ein hevur sovið í brummuni hjá løgregluni í nátt

Sjálvt um løgreglan hevur verið sjónlig í býnum í nátt, bæði í Havn, í norðurøkinum og í Suðuroy, so er einki harðskapsmál skrivað í politirapportina í nátt. Vaktleiðarin á politistøðini Havn sigur, at tað tó hevur verið upptrekk til onkrar ósemjur, men tað bar til at sissa partarnar og fáa teir at fara hvør sín veg, so var tað málið loyst.

– Vit hava eisini kanna skeinkistøð, bæði í miðøkinum og í norðurøkinum, men har var alt í lagi, sigur hann.

Í Suðuroyar var ein bilførari tikin. Tá hann varð kannaður vísti tað seg, at hann hevði tikið rúsevni og verður tí skuldsettur fyri rúsevnakoyring.

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna í miðøkinum og í norðurøkinum, men har var eingin tikin fyri rúsevna- ella rúsdrekkakoyring.

Løgreglan hevur havt ein sovandi gest í brummuni í nátt. Tað var ein persónur, sum var so drukkin, at hann ikki kláraði seg sjálvan. 

– Hann svevur her, til hann vaknar, so sleppur hann útaftur uttan nakra skuldseting, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

##med2##