Neyvan er nakar leikari størri í søguni hjá Bayern München enn Franz Beckenbauer, ið gjørdist evropeiskur meistari tríggjar ferðir á rað við Bayern München.
Harumframt vann Beckenbauer fleiri heimligar heiðrar og heiti við Bayern München.
Beckenbauer er eisini millum teir heilt fáa, ið hevur vunnið HM-gull, bæði sum leikari og sum venjari.
Beckenbauer sum hevði kelinavnið: "Der Kaiser" spældi í troyggju nummar fimm øll 14 kappingarárini hann var leikari hjá Bayern München.
Nú hevur leiðslan í Bayern München avgjørt, at fyri at minnast og æra Beckenbauer, ið doyði 7. januar í ár, so skal eingin leikari aftur sleppa í troyggju nummar fimm.
Troyggja nummar fimm verður vígd til minnið um Franz Beckenbauer, so leingi Bayern München stendur.
Benjamin Pavard sum fór úr Bayern München til Inter Milan í summar, gjørdist seinasta leikarin í søguni hjá Bayern München at vera í troyggju nummar fimm. Tað kemur ikki fyri aftur.