Hesi londini vera vertir fyri EM-endaspølini í hondbólti hjá kvinnum og monnum tey komandi árini:
EM kvinnur 2026: Pólland, Rumenia, Slovakia, Kekkia, Turkaland.
EM menn 2026: Danmark, Noreg, Svøríki.
EM kvinnur 2028: Danmark, Noreg, Svøríki.
EM menn 2028: Portugal, Spania, Sveis.
EM kvinnur 2030: Eingin vertur funnin.
EM menn 2030: Danmark, Pólland, Kekkia.
EM kvinnur 2032: Danmark, Pólland, Týskland.
EM menn 2032: Frakland, Týskland.
Evropeiska hondbóltssambandið hevur enn ikki funnið nøkur vertslond, ið vilja hýsa EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2030.
Høllin við Tjarnir er helst ikki nóg stór til, at HSF saman við íslendska hondbóltssambandinum, HSÍ kundi hýst EM-endaspælinum í 2030. Men ein kann altíð droyma.