Eliesar fer at venja B36

Hetta er fyrstu ferð, at hann verður venjari í kvinnufótbólti

Eliesar Olsen er nýggjur venjari hjá B36 kvinnunum

 

B36 hevur sett nýggjan venjara at taka sær av kvinnuliðnum.

 

Í kvøld boðar árstalsfelagið í Gundadali frá, at Eliesar Olsen tvey tey næstu árini fer at hava ábyrgdina av kvinnuliðnum hjá B36.

 

35 ára gamli Eliesar Olsen er ættaður av Skála og er búsitandi á Eiði.

 

Hann hevur royndir sum venjari í mannfólkadeildini, har hann bæði hevur verið venjari í bestu og næstbestu deildini og eisini 2. deild og U-21 deildini umframt at hann hevur verið venjari í barna- og ungdómsfótbólti.

 

Eliesar hevur vant barndómsfelagið Skála í fleiri umførum, umframt at hann hevur verið venjari í EB/Streymi og eisini B68.

 

Hetta er tó fyrsta ferðin yvirhøvur, at Eliesar Olsen verður venjari í kvinnufótbólti.

 

Í undanfarna kappingarári vóru B36 kvinnurnar í lægra partinum í kvinnudeildini í endaspælinum.