Bæði pápin og synirnir hava sera stóran áhuga fyri bilum og serliga ellisakførum. Teir eru knýttir at fyritøkuni “Verkstaðið hjá Eyðun” í Froðba, har Eyðun er stjóri. Verkstaðurin varð setttur á stovn í 2010.
Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upprunaliga innflutti bilin úr USA. Gunn-ar fór sera væl um bilin og var við til flaggdagskoyring og aðrar framsýningar av ellisakførum.
Bilurin hevði tá pláss í hølunum hjá Føroya Ellisakførum undir Gráasetini í Havn.
Í 2016 var bilurin lakkeraður av nýggjum við upprunalitinum, silvurbláur við hvítum taki.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo
Finn Jespersen og synirnir Eyðun Jespersen og Gudfinn Jespersen eiga bilin í felag Mynd: Sonne Smith