Á Tvøroyri er hesin Ford Galaxie frá 1963, sum brøðurnir Eyðun og Gudfinn Jespersen saman við pápa­num Finn Jespersen eiga. Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upprunaliga innflutti bilin úr USA

Ellisakfarið í Sosial­i­num: Ford Gal­axie frá 1963 á Tvør­oyri

Á Tvøroyri er ein Ford Galaxie frá 1963. Tað eru brøð­ur­nir Eyðun og Gudfinn Jespersen saman við pápan­um Finn Jespersen, sum saman keyptu bilin í 2019

 

Á Tvøroyri er hesin Ford Galaxie frá 1963, sum brøðurnir Eyðun og Gudfinn Jespersen saman við pápa­num Finn Jespersen eiga. Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upprunaliga innflutti bilin úr USA

Bæði pápin og synirnir hava sera stóran áhuga fyri bilum og serliga ellisakførum. Teir eru knýt-t-ir at fyr-i-tøk-uni “Verkstaðið hjá Eyðun” í Froðba, har Eyðun er stjóri. Verkstaðurin varð setttur á stovn í 2010.

 

Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upp-runa-liga innflutti bilin úr USA. Gunnar fór sera væl um bilin og var við til flaggdagskoyring og aðrar framsýningar av ellisakførum.

 

Bilurin hevði tá pláss í hølunum hjá Føroya Ellisakførum undir Gráasetini í Havn.

 

Í 2016 var bilurin lakkeraður av nýggjum við upprunalitinum, silvurbláur við hvítum taki.

 

Tað er helst onkur sum minnast, at danski klædnahandilsmaðurin Gunnar Stokholm í Havn átti ein slíkan stóran Ford Galaxie, sum var árgang 1962. Tann bilurin bleiv seinni seldur til Suðuroyar, tað var Jákup Elias Olsen í Hvalba, sum keypti hann.

 

Bilurin er stórur í allar mátar, langur og breiður og hev-ur stóran V8-motor við 223 hk. Hann ljóðar væl og brúk-ar nokk av bensini. Teir hava gjørt nógv fyri at bilurin skal vera so góður at koyra í sum gjørligt t.d. hava teir sett elek-troniska tendring í, sum gevur bilinum eina betri mot-or-gongd.

 

Ford Galaxie vóru framleiddir av Ford Motor Company í USA við ymiskum modellum frá 1959 til 1974.

 

1960-árini í Føroyum vóru merkt av stórum amerikanskum bilum sum t.d. Rambler Classic, Rambler Ambassador, Ford Failane, Ford Galaxie og Plymouth Fury. Hesir bilar vóru mest brúktir sum hýruvognar og koyrdu rutukoyring millum bygdir.

 

Tað sum eyðkennir hesar bilar er umframt støddina at teir eru sera behagiligir at koyra við. Designið er í góðum 60-ara stýli við nógvum cromelistum og cromekúfangarum.

 

Nógv ellisakfør eru í Suðuroy. Suðuroyar Ellisakfør er ein Facebook bólkur, sum Tóki Brattalíð í Vági stendur fyri. Har verður boðað frá, um skipað verður fyri koyring og framsýning av ellisakførum á t. d. jóansøku ella á flaggdegnum. Har plagar hesin stóri Ford Galaxie at vera við.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

Einir 1500 bilar í Føroyum í 1963

 

Hvussu nógvir bilar vóru í Føroyum í 1963, tá dagsins ellisakfar kom á marknaðin, vita vit ikki heilt. Gomlu hagtølini hjá løgregluni, sum tá hevði skrásetingina av bilum, fra sekstiárunum, er uppgjørd fyri fimta hvørt ár. Í 1960 vóru 1.023 bilar tilsamans í Føroyum. Av teimum 111 persónbilar og 208 hýruvognar. Í 1965 var talið munandi vaksið, tí tá vóru tilsamans 2.052 bilar. Av teimum vóru 521 persónbilar og 337 hýruvognar. Nú høvdu persónbilarnir yvirhálað hýruvognarnar. Soleiðis kunnu vit bara gita, at talið av bilum í 1963 man liggja um 1.500 bilar.

 

49 ellisakfør í Suðuroy

 

Av teimum 520 bilunum í Føroyum, sum eru skrás-ettir sum ellisakfør, eru 49 heima-hoyr-andi í Suðuroy. Harumframt eru skrá-sett-ar 39 mot-or-súkkl-ur í Suðuroy, sum eru skrá-sett- sum ell-is-akfør. Til-sam-ans eru so-leið-is 88 ell-is-ak-før skrásett í Suðuroy, sum annars sambært hagtølunum hjá Akstovuni er tann oyggin í Føroyum, sum triðflest skrásett akfør, 3.489. Bara í Streymoy og á Borðoy eru fleiri akfør skrásett.

 

Á Tvøroyri er hesin Ford Galaxie frá 1963, sum brøðurnir Eyðun og Gudfinn Jespersen saman við pápa­num Finn Jespersen eiga. Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upprunaliga innflutti bilin úr USA

Finn Jespersen og synirnir Eyðun Jespersen og Gudfinn Jespersen eiga bilin í felag

Tað vóru ikki bert stórir bilar í Føroyum í 1960-unum. Bilurin her er ein Glas Goggomobile T400 hjá Leif Lamhauge í Havn. Leif keypti bilin nýggjan í 1959 fyri 8.000 krónur frá bila­søl­uni Norrønu v/Kissa Christiansen og Peturi Há­berg. Bilurin hevði 2 syl. 2-takts motor við 400 kubikkum (ccm) og 20 hk. Tað var bert hesin eini Glas Goggomobile í Føroyum. Glas Goggomobile varð gjørdur á týsku bilverksmiðjuni Hans Glas GmbH í Dingolfing í Týsklandi frá 1955 til 1968. Á myndini er Leif Lamhauge við dóttrini Sigrun (nú av Reyni) og Goggomobilinum. Mynd: Sigrun av Reyni

Bilurin er ein Chevrolet Styline árgang 1950. Myndin er tikin framman fyri klædnahandilin hjá Gunnari Stokholm við Hoydalsvegin. Tað var P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu sum seldi Chevrolet í Føroyum. Myndaeigari: Birgar Johannessen

Danski handilsmaðurin Gunnar Stokholm hevði stórar og fínar bilar. Í 1962 fekk hann ein Ford Galaxie 500 persónbil. Bilurin var eins og hesin bilurin á myndunum, bert tað at tann hjá Stokholm hevði 4 hurðar. Bilurin hevði 8 cyl. motor, var 2,20 metrar breiður og yvir 5 metrar langur við einari eginvekt uppá næstan 2 tons.

Bilurin er ein Ford Fairlane hýruvognur frá 1960 hjá Hans Paula Joensen í Havn. Bilurin, sum var silvurgrønur við hvítum taki, varð keyptur frá bilasøluni hjá Wenzel Petersen í 1960 fyri 36.000 krónur. Aftan fyri bilin sæst ein Plymouth Fury hjá Egil Joensen, sum var beiggi Hans Paula. Báðir høvdu teir hvør sín flottan amerikanskan hýruvogn. Myndaeigari Hans Pauli Joensen

Ford Fairlane hýruvognur frá 1960 hjá Peturi Jacobsen í Havn. Bilurin, sum var gulur við hvítum taki, er á veg úr N. Finsensgøtu og niðan í Kongagøtu. Tá var loyvt at koyra oman eftir N. Finsensgøtu. Seinni var hesin bilurin lakkeraður svartur við hvítum taki.