Ellisakfarið í Sosialinum: Toyota Crown luksus bilur frá 1982

Hjalmar Hvítklett í Havn eigur ein flottan Toyota Crown frá 1982

Bilurin er gingin í arv. Tað var Hjalmar Hvítklett í Sørvági, sum var upprunaligi eigarin og keypti bilin nýggjan í 1982.

 

Tá Hjalmar andaðist í 1987, yvirtók versonurin Ólavur Petersen í Sørvági bilin. Hann hevði bilin til 2016, tá sonurin Hjalmar Hvítklett yngri yvirtók bilin. Hjalmar býr í Havn, hann eigur og rekur fyritøkuna Ljóð-Tøkni, sum síðan 2001 hevur leigað út og selt útgerð til ljóð, ljós og videopresentatiónir.

 

Maðurin sum vísir okkum bilin, er Ólavur Hvítklett, sonur yngra Hjalmar Hvítklett.

 

Super Saloon útgávan av Toyota Crown var tann fínasta útgávan við t.d. automatisk gear, servostýring, air-condition, el-síðurútum, el-antennu og eitt lítið kølirúm til at køla drykkjuvørur. Hesin hevur 2.8 litra 6-syl. motor við 146 hk.

 

Bilurin varð totalrenoveraður í 1993 og er í dag er 43  ára gamal. Toyota Crown vóru vælkendir bilar í Føroyum. Teir fyrstu komu í 1964 og vórðu nógv brúktir sum hýruvognar og rutubilar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

 

 

Bilurin er ein Toyota Crown 1966 hjá Osmundi Brand­ar­sker. Osmundur koyrdi m.a. hýrukoyring á bilstøðini Taxa 1313 við hesum bilinum. Á myndini er Eyhild Brand­ar­sker. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Bilurin er ein Studebaker Lark stationcar hjá Mogens Wraae, sum tá búði á Eiði. Bilin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar. Bilurin er útgjørdur til rutukoyring við viðførisstativi á takinum, har eykahjólið eisini hevði sítt pláss. Mynd: Mogens Wraae

Myndin er tikin miðskeiðis í 60-unum á parkerings­øki­num hjá bilstøðini Akstur Bil í Havn, har sum Bøkj­ara­brekka er í dag. Bilurin er ein Studebaker Lark hjá Hjalm­ar Jacobsen, sum koyrdi í Akstur Bil. Maðurin til høgru á myndin er Borgar Nybo, sum eisini koyrdi í Akst­ur Bil. Myndaeigari: Karin Jacobsen

Myndin er av einum Toyota Crown frá 1966 hjá Mogens Wraae, sum koyrdi hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Niels Finsensgøtu í Havn. Taxa helt til í niðaru hædd í húsunum hjá Hans Andreas Djurhuus (Dia á Vertshúsinum), beint yvir av Sjónleikarhúsinum. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Bilurin er ein Toyota Crown Deluxe frá 1972 hjá Magnusi Gunnarsson í Havn. Bilurin var útgjørdur við t.d. tónaðum rútum, lesilampum við baksetrini og 6-syl. motori. Upprunaliga hevði bilurin fýra rundar lyktir sum høvuðsljós, men tær vórðu skiftar út við tvær rektangularar lyktir. Mynd: Magnus Gunnarsson