Bilurin varð keyptur frá fyritøkuni Brøður Petersen, sum helt til í Fugla-firði og hevði deild við Havnará í Havn við eyka-lutum og sølu.
Hetta hevur ikki verið nakar bíligur bilur, hann kostaði um-leið 285.000 krónur í 1988. Hann er væl útgjørdur við t. d. automatiskum gearum, sóltaki og servostýring, sum ikki var nøkur sjálvfylgja tá.
Í ár eru 30 ár síðan Niels Juel Arge útvarpsstjóri andaðist. Hann var ein kend rødd í Útvarpi Føroya, har hann segði frá fót-bólts-dystum og kapparóðri umframt at hann hevði sam-røður við fólk kring landið. Hann var útvarpsstjóri í 40 ár.
Eftir at Niels Juel andaðist, koyrdi konan, Petra, við bil-i-num í nøkur ár. Hon doyði í 2022, 99 ára gomul. Nú er tað son-ur-in Ólavur Arge, sum eigur bilin.
Ein so gamal bilur krevur onkuntíð ábøtur. Ólavur hev-ur fing-ið gjørt ymiskt við hann sum t.d. at gáttirnar eru sveis-að-ar, og bilurin er rustviðgjørdur v.m. Hóast bilurin hev-ur koyrt 193.000 km, er ikki nógv slit at merkja. Bilurin er púra originalur og hevur somu nummarplátu, sum hann al-tíð hevur havt.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##