EM: Annika var næstbesti málverjin - í bjargingarprosentum

Bert norska Eli Marie Raasok hevði betri bjargingarprosent enn Annika Fríðheim Petersen

Nú EM-endaspælið er liðugt er Annika Fríðheim Petersen nummar 17 á listanum við málverjum við flest bjarginum. Annika hevur tó bert spælt tríggjar dystir, meðan 11 tær fremstu á listanum hava spælt millum sjey og níggju dystir í EM-endaspælinum.

 

Men hyggja vit bara eftir bjargingarprosentum, so er Annika næstbest av øllum málverjunum í EM-endaspælinum.

 

##med2##

 

Bert ein málverji hevur eitt betri bjargingarprosent enn Annika, og tað er norski málverjin, Eli Marie Raasok sum er triði málverjin í norska EM-hópinum. Eli Marie Raasok bjargaði 22 av 45 málroyndum í teimum trimum dystunum hon slapp at verja norska málið. Tað er eitt bjargingarprosent sum er 48,89. Bjargingarprosentið hjá Anniku er 41,79.

 

##med3##

 

Eli Marie Raasok hevði bestu bjargingarprosentini av øllum EM-málverjunum