EM: Skráin fyri avgerandi dystirnar

Fríggjadagin eru hálvfinalurnar á skránni

Nú eru bert teir avgerandi dystirnir eftir í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Teir avgerandi dystirnir vera leiktir í Wiener Stadthalle í Wien í Eysturríki.

 

Fríggjadagin vera hálvfinalurnar leiktar. Klokkan 16.45 spæla Ungarn og Noreg, og klokkan 19.30 spæla Danmark og Frakland. Klokkan 14 spæla Svøríki og Niðurlond dyst um fimta plássið.

 

EM-finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17. Sama dag klokkan 14.15 verður bronsudysturin leiktur.